Høgni Lisberg verður í ár eitt av nøvnunum á Junior Pavallionini á Roskilde Festivalinum. Hetta er pallurin fyri nýggj spennandi nøvn, ið festivalurin hjálpir fram. Á heimasíðu síni er marknaðarføringin farin í gongd
Festivalurin hevur gjørt eina longri samrøðu við trubadurin, ið áður hevur vitjað sama pall á Roskilde Festivalinum sum trummuleikari í Clickhaze. Samrøðan liggur á: roskilde-festival.dk/object.php?obj=62bd2774&code=45, men nú ber eisini til, at hoyra tónleikin hjá Høgna á alnetútvarpsstøðina hjá Roskilde Festivalinum, ið liggur á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum.
Lurta eftir løgunum Morning Dew og Just Dig hjá Høgna og løg hjá nógvum av hinum nøvnunum á Junior Pavalionini á roskilde-festival.dk/object.php?obj=898000c