Eftir at tað kiksaði í fjør og í fyrraárið, er Rosenborg nú aftur á norsku fótbóltstindunum. Sunnudagin skutu Steffen Iversen og Trond Olsen málini, tá Rosenborg við 2-0 sigri á útivølli móti Molde tryggjaði sær norska meistaraheitið. Talan var um 21. meistaraheitið hjá Rosenborg, sum annars vann gullið 13 ferðir á rað í árunum 1994-2006.
LesarabrøvLesarabrøv