Rosebank oljufeltið er 8 km frá føroyska markinum

Virksemi við markið økir áhugan fyri oljuleiting í føroyskum øki. Tað verður aloftast leitað eftir nýggjum kolvetnisgoymslum í undirgrundini nærhendis einum verandi oljufelti

Hetta millum annað fyri at fáa størri gagn av sera umfatandi íløgunum í framleiðslutøknina á feltinum. 

Tað sigur Uttanríkis- og uttanríkisráðið í svari til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í samabandi við fíggjarlógararbeiðið.

Fíggjarnevndin spyr, hvussu áhugin er fyri kolvetnisleiting á føroyska landgrunninum, nú bretska stjórnin setir avmarkingar fyri leiting í bretskum øki.

– Eitt størri oljufelt beint hinumegin markið økir sostatt um sannlíkindini fyri, at leitað verður í føroyskum øki, skrivar Uttanríkis- og uttanríkisráðið.

– Oljufeltini, sum eru nærmast føroyska markinum, eru Rosebank, ið bert er 11 km frá føroyska markinum, og sum í løtuni verður útbygt til framleiðslu, og Cambo, ið er 5 km frá markinum, og sum bíðar eftir loyvi frá bretsku myndugleikunum at verða útbygt.

– Um og tá hesi byrja framleiðsluna, er møguleiki fyri, at oljufeløgini í hesum báðum feltunum fara at hyggja í nærumhvørvinum, herundir í føroyskum øki, eftir meira kolvetni, sigur Uttanríkis- og uttanríkisráðið í svarinum til fíggjarnevndina.

 

##med2##