TV3 Sport 1 gjørdi nógv burturúr, at føroyski Brandur H. Olsen í gjárkvøldi fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá FCK í 3-2 steypasigrinum á FC Roskilde í kvøld.
Les eisini: Brandur tryggjar B71 pengar
- Hann er góður á bóltinum og hevur eitt gott skot, men hann manglar framvegis at kunna arbeiða harðari. Hann er framvegis ein 7-mans spælari og manglar eitt sindur av lungnakapasiteti, sigur Ståle Solbakken, sum er vejari hjá FCK
Les eisini: Brandur fingið debut fyri FCK
Eisini kendi viðmerkjarin Per Frimann lat væl at føroyska spælaranum. Bæði meðan dysturin var og aftaná. Brandur sjálvur tók tað púra róligt.
Les eisini: Troyggjan skal hanga í B71 húsinum
- Eg var ein stuttlig uppliving, men keðiligt við seinastu 20 minuttinum. Vit halda ikki fast í bóltinum og vit verja heldur ikki nóg væl, segði Brandur H. Olsen við TV3 Sport 1 aftaná dystin.










