21 ára gamli Wayne Ronneu hevur ikki skorað fyri enska landsliðið í seinastu 15 dystunum, og sambært enskum miðlum komu Ronney og enski landsliðsvenjarin, Steve McLaren, upp at táttast eftir skuffandi javnleikin ímóti Ísrael leygardagin. Grundin var tann, at venjarin hevði sagt nøkur orð um Rooney og hansara skoritrupulleika, og hetta bleiv tikið illa upp hjá unga stjørnuskotinum.