Nógv fólk í fótbólts-Onglandi hava meldað hart út ímóti ætlaninum hjá leiðsluni í Premier League, um at leika eitt umfar nr. 39 uttanfyri Ongland. Hetta eyka umfarið er serliga tilætlað Asia, har tær stóru fólkamongdirnar eru, og harvið teir nógvu pengarnir, lýsingarnar og áskoðarar. Kortini er ikki frítt, at summir bretar ynska at arga leiðsluna í Premier League. Í bløðum og heimasíðum kann ein síggja hvussu leikarnir í Premier League høvdu sæð út, um teir leika yviri í Asia. Tann eina fotomontasjan er við Wayne Rooney, har hann hevur eitt japanskt slagorðsbind um høvdið. Tað er gamal japanskur siður, at hava eitt hvítt bind við japanska eyðkenninum, sólini og ymiskum japonskum slagorðum.










