Fótbóltur
Tað varð tosað um Ronaldo hjá Manchester United, sum júst er kosin sum besti spælarin í Onglandi. Ein spælari, sum fleiri eisini hava nevnt sum kandidat til heitið sum ársins spælari í heiminum.
Eisini varð tosað um Kaká hjá Milan. Hann er kanska spælarin, sum kann bjóða Ronaldo av í hesum dystinum, og tað er neyvan nakar ivi um týdningin, sum hann hevur fyri Milan.
Kaká við yvirlutan
Og leingi var talan eisini um dystin millum hesar báðar. Ronaldo skuldi bara brúka fimm minuttir, áðrenn hann hevði lagt vertirnar á odda. Styrkin í luftini kom til sjóndar, tá hann var fyrstur á einum Giggs-hornasparki. Og hóast bólturin brast í krovið á Dida, so fekk brasilski Milan-málverjin ikki forðað stiklandi bóltinum í at sníkja seg undir tvørtræið.
Men Kaká tóktist kortini seta seg á dagin. Um miðjan hálvleikin sýndi hann sína helst sterkastu síðu, tá hann brádliga rykti í holinum millum miðvøll og álop. Ein brotpart av einum sekundi ivaðust Carrick og Brown í, hvør teirra skuldi fylgja manninum, og stóð 1-1.
Og tað gjørdist meira Kaká. Milan vann sær alt betri tak á dystinum, og tá so Evra heldur klossut rendi seg inn í Heintze, kundi ein púrasta leysur Kaká senda í netið til 2-1.
Rooney stjól myndina
Og so hevði Milan dystin, júst har teir vildu hava hann. Bólttryggu italiumenninir fluttu bóltin runt í vøkrum mynstrum, og tað var rár hending, at heimaliðið yvir høvur fekk spælt seg til møguleikar. Og framman fyri Stretford End hevði Kaká tveir risa-møguleikar at økja um leiðsluna.
Men tveir skaðar órógvaðu kanska Milan meira, enn gott var. Paolo Maldini noyddist skaddur út í steðginum, og eftir 53 minuttir og nærum sjey kilometrar var Gattuso brádliga liðugur.
Ronaldo tóktist hava ilt við at seta seg ígjøgnum í vinstru, har Oddo hevði gott tak á, men brádliga stjól Rooney myndina. Saman við Scholes, Fletcher og Giggs var hann maðurin, sum nú veruliga fekk ferð á United-maskinuna. Og tá Scholes í besta Laudrup-stíli vippaði inn um verjuna, var Rooney ikki seinur at taka av.
Í evstu løtu
Javnleikurin var kanska til at liva við hjá heimaliðnum, men teir trýstu støðugt eftir sigursmálinum. Tríggjar ferðir høvdu teir góðar frísparksstøður, eftir at Rooney varð feldur av italsku verjuni, men hvørki Giggs ella Ronaldo megnaðu at gera sær dælt.
Men tað gjørdi Rooney, tá hann í yvirtíðinin fekk møguleikan. Talan var kanska um einastu ferðina, at United fekk víst kvika umstillingsspæli, tá teir vunnu bóltin av einum Milan-álopi. Giggs varð sendur avstað, og tá hann slepti til Rooney, høgdi bretin til fyrstu ferð, og so fekk Dida illa gjørt annað enn hugt at bóltinum, sum smoygdi sær inn um nærmasta stólpa.
3-2 til Manchester United, sum við hesum vann sær fyrimunin undan seinnu uppgerðini. Um tað er nóg mikið á San Siro, er so eitt annað mál. Og undir øllum umstøðum skulu reyðu devlarnir helst rokna við, at tað er neyðugt at skora.