Ronnie við nýggjum sangi til summarið

Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi. 

Hesa ferð er tað eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí hann eigur hvørki orð ella lag sjálvur, og hann syngur fyri fyrstu ferð á enskum. 

 

Tað er nevniliga Julian Andreasen, sum eigur sangin. Julian er fyrst og fremst kendur sum tónleikaframleiðari, men hann ger eisini sínar egnu sangir.

 

Sangurin eitur ”Thought I Heard You Say”, og tað er ein lættur og summarsligur poppsangur viđeinum ferli av EDM vibes.

 

Eivin Dam Simonsen hevur spælt trompet, og Dánial Gomez hevur sungið kór. Allan Korsager Davidsen hevur gjørt eitt tekstasjónband til sangin, sum er at finna á Youtube.

 

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.

 

##med2##

 

Lag og orð: Julian Andreasen

 

Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen

 

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

 

Kór: Dánial Gomez og Ronnie Korsager Davidsen

 

Trompet: Eivin Dam Simonsen

 

Mastering: Holger Lagerfeldt

 

Mynd og tekstasjónband: Allan Korsager Davidsen