Cristiano Ronaldo er úttikin til portugisiska landsliðið, sum skal spæla móti Føroyum á Tórsvølli 10. oktober. Tað boðaði Fernando Santos, landsliðsvenjari hjá Portugal, frá á tíðinda fundi í dag.
Liðskiparin hjá Portugal hevur ikki spælt við landsliðnum í nýggju undankappingini, tí hann bleiv skaddur í knænum í EM finaluni. Hann er síðani komin fyri seg og spældi so seint sum í gjár fullan dyst og skoraði, tá Real Madrid spældi 2-2 móti Borussia Dortmund í Champions League.
Portugal skal fyrst spæla móti Andorra 7. oktober, meðan Føroyar spæla á útivølli móti Lettlandi. Síðani koma evropameistararnir hendan vegin.
(Frá heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum hjá Portugal)
Guarda-redes - Anthony Lopes (Lyon), Marafona (SC Braga) e Rui Patrício (Sporting)
Defesas - Antunes (D. Kiev), Bruno Alves (Cagliari), Cédric Soares e José Fonte (Southampton), João Cancelo (Valência), Pepe (Real Madrid) e Raphael Guerreiro (Dortmund)
Médios - Adrien Silva e William Carvalho (Sporting), André Gomes (Barcelona), Danilo Pereira (FC Porto), João Mário (Inter), João Moutinho (Mónaco) e Renato Sanches (Bayern)
Avançados - André Silva (FC Porto), Bernardo Silva (Mónaco), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Éder (Lille), Gelson Martins (Sporting), Nani (Valência) e Ricardo Quaresma (Besiktas)