Ronaldo tekur ikki Beckham

Tá Real Madrid í 2003 keypti David Beckham úr Manchester United, skuldi stórur partur av sølupeninginum fíggjast við troyggjusølu. Og tað eydnaðist.

Sølan av troyggjum við 23-talinum á rygginum rakk tá ókendum hæddum, og samlaða troyggjusølan hjá Real Madrid øktist við 27 prosentum tað árið. Av hesum átti Beckham einsamallur tey 22 prosentini.

 

Og her kemur Ronaldo ikki í nær námind enska fótbólts- og mótaikoninum.

Sølan av troyggjum hjá Real Madrid er nevnliga bara ein fjórðing av tí, sum hon var í 2003, hóast felagið í ár hevur keypt bæði Kaká og Ronaldo.

Ein partur av skuldini stavar helst frá fíggjarkreppuni og risa arbeiðsloysinum, sum er í Spania. Men hóast framúr fótbóltsevnini, so røkka hvørki Kaká ella Ronaldo Beckham til kníggja sum vørumerki, er niðurstøðan í Madrid.