Ronaldo tók eina "selfie" við einum fjeppara

(EM 2016) Cristiano Ronaldo megnaði aftur at yvirraska øll. Aftaná dystin í kvøld var hann klárur at taka eina "selfie"

Aftaná málleysa javnleikin millum Portugal og Eysturríki í bólki F megnaði Cristiano Ronaldo aftur at yvirraska fólk. Farna týskvøld yvirraskaði hann øll við ikki at heilsa uppá nakran í íslendska hópinum aftaná 1-1 javnleikin ímóti Íslandi. Í kvøld spældi Cristiano Ronaldo aftur javnleik uttan at skora. Cristiano Ronaldo hevur havt 10 royndir á málið hjá mótstøðuliðunum higartil uttan at skora.

 

 

 

Aftaná dystin millum Portugal og Eysturríki í kvøld leyp ein áskoðari yvir til Cristiano Ronaldo fyri at kunna taka ein "selfie" saman við portugisiska stórspælaranum. Cristiano Ronaldo er kendur fyri at verða blíður og týður yvirfyri sínum fjepparum, og hóast fronsku trygdarmennirnir nærum fóru í panikk, so gav Cristiano Ronaldo sær góða tíð at lata fjepparan hjá sær taka eina "selfie", sum myndin eisini sýnir.

 

 

 

Portugal hevur annars ryggin ímóti múrinum nú aftaná tveir javnleikir, og mikukvøldið mugu teir vinna á Ungarn fyri at verða vísir í at sleppa víðari til áttandapartsfinalurnar. Mikukvøldið spælir Portugal ímóti Ungarn, og Ísland spælir ímóti Eysturríki. Báðir dystirnir byrja klokkan 17 mikudagin.

 

 

 

Støðan í bólki F er hendan: 

 

 

1Ungarn2  110   3:14
2Ísland20202:22
3Portugal20201:12
4Eysturríki20110:21