Real Madrid spældi í gjár á heimavølli móti Villareal. Real Madrid vann dystin 6-2. Ronaldo legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, tá hann í sínum eyðkenda stíli smekkaði eitt fríspark upp í handara málhornið. Síðani lyfti hann Real Madridtroyggjuna upp, og innanfyri stóð; »Madeira«. Ronaldo er føddur og hevur traðkað sínar barnaskógvar á Madeira.
Kaka og Gonzalo Higuaín skoraðu hvør síni tvey, meðan fyrrverandi Liverpoolspælararin, Xabi Alonso, skoraði tað sætta málið. Marcos Senna og Nilmar skoraðu fyri Villareal.
Barcelona vann fyrrakvøldið 4-0 á Racing Santander á Nou Camp. Andrés Iniesta, Thierry Henry, Rafael Márquez og Thiago skoraðu málini. Barcelona liggur framvegis tvey stig framman fyri Real Madrid á fyrsta plássi.










