Felagið væntaði nevniliga at hava Ronaldo kláran til kappingarbyrjan, men brasilski áleyparin er enn raktur av einum skaða í lærinum. Nú røkist tó fyri, at Ronaldo skjótt verður aftur at síggja á vøllinum. Ætlanin var, at Ronaldo skuldi vera við ímóti Empoli komandi vikuskiftið, men so verður ikki. Tað verður tó ikki so leingi, tí læknarnir vænta og vóna, at hann gerst klárur til Champions League-dystin móti Shaktar Donetsk komandi viku.