Ronaldo og Nani ímóti sínum gamla felagi

?Vit ætla okkum at vinna dystin í kvøld. Tí so hava vit vunnið bólkin, og so verða vit seedaðir til 1/8 finalurnar. Vit hava eisini ein sera týdningarmiklan dyst ímóti Liverpool aftaná Roma-dystin í Rom. Vinna vit í kvøld kunnu vit hvíla fleiri lyklaleikarar til dystin í Rom!? sigur Sir Alex Ferguson við BBC í dag. United eru tryggjaðir víðari luttøku, men enn hava teir ikki vissað sær 1. plássið í bólkinum. United og Sporting Lissabon hava bara møtt hvørjum øðrum tríggjar ferðir áður í evropeiskum kappingum. Tvær ferðir í 1964, tá Sporting vann samanlagt 6-4, og so fyrr í ár, tá United vann 1-0 í Lissabon. Ferguson ætlar at Ronaldo og Nani skulu leika ímóti sínum gamla felagið. O´Shea, Fletcher og Kusczak væntast eisini at byrja inni. Enn spælir Ferguson við møguleikanum at byrja inni við Nemanja Vidic. Avloysarin Gererd Pique gjørdi tað ikki optimalt í verjuni, í 0-1 ósigrinum á útivølli, ímóti Bolton leygardagin.