Aftaná at hava hoyrt boðið hjá Manchester City uppá miðvallaran hjá AC Milan, Kaká, er Manchester United venjarin, Alex Ferguson ikki í iva. Manchester City hevur boðið eina upphædd uppá Kaká, sum liggur um eina miljard danskar krónur.
- Um Kaká er so nógv verdur, so mugu Ronaldo og Messi eisini vera tað. Og eftir sum Christiano Ronaldo fyri stuttum var valdur til heimsins besta fótbóltsspælara frammanfyri hesar báðar, so má hann eisini vera meiri verdur, sigur Alex Ferguson við bretskar miðlar.
Samstundis undirstrikar Ferguson, at hann hevur ikki ætlanir um at selja Christiano Ronaldo. - Tað er eingin møguleiki fyri, at Ronaldo verður seldur, og eigarnir eru samdir við mær, sigur Ferguson, sum harvið aftur sendir eini boð til Real Madrid. Real Madrid hevur fleiri ferðir verið úti eftir Ronaldo. - Ronaldo trívist veruliga í Manchester nú. Vit arbeiddu hart fyri at røkka hesum í summar, og hann hevur sæð, at tað er best fyri hansara menning, og fyri hansara yrkisleið at vera verðandi í Manchester United, staðfestir Alex Ferguson.










