Ronaldo klárur til Tórsvøll

Cristiano Ronaldo er aftur á venjingarvøllinum

Liðskiparin og heimsstjørnan á portugisiska landsliðnum, sum skal spæla á Tórsvølli 10. oktober, er aftur á venjingarvøllinum, eftir at hann bleiv skaddur í EM finaluni. Sostatt er ongin vandi fyri, at skaðin steðgar honum í at koma til Føroya.

 

Les eisini: Ronaldo kanska ikki á Tórsvøll

 

Í tíðini eftir EM finaluna var óvist hvussu drúgvur skaðin var. Onkur meting segði, at knæið var fyri so álvarsligum skaða, at hann møguliga skuldi sita uttanfyri í eitt hálvt ár. Síðani hevur verið arbeitt við, at hann skal blíva tøkur til kappingarbyrjan í Spania, sum er 21. august.

 

Hann er nú aftur á venjingarvøllinum. Fyrstu meldingarnar siga, at hann ikki verður tøkur til kappingarbyrjan, tí venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane, ikki ynskir at leggja nakað trýst á evropameistaran.

 

Tó bendir einki á, at knæskaðin frá EM finaluni verður ein avbjóðin fyri luttøkuni hjá heimsins besta fótbóltsspælara á Tórsvølli 10. oktober.