Cristiano Ronaldo skoraði í kvøld sítt skrásetta mál nummar 760. Tað er eitt fleiri enn Josef Bican, sum í tíðarskeiðnum 1931 til 1955 skoraði 759 skrásett mál.
Juventus vann í kvøld 2-0 á Napoli í stórsteypadystinum í Italia. Cristiano Ronaldo legði Juventus á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki við tí, sum er eitt søguligt mál. Álvaro Morata setti punktum við málið til 2-0 í yvirtíðini.
Hesir hava skotið flest mál:
1: Cristiano Ronaldo - 760
2: Josef Bican - 759
3: Pele - 757
4: Lionel Messi - 742
5: Romario - 734
6: Gerd Muller - 720
7: Ferenc Puskas - 706
8: Eusebio - 615
9: Ferenc Deak - 558
10: Arthur Friedenreich – 554
Sagt verður um hendan listan, at tað er ósemja um onkur av tølunum.











