Ronaldo heldur fram at skjóta mál

Seria A: Cristiano Ronaldo skoraði hattrik, meðan Zlatan bara fekk eitt stig

Fleiri dystir hava verið í italsku Seriu A í dag. Tveir kendir spælarar vístu seg fram. Cristiano Ronaldo skoraði hattrik fyri Juventus, meðan tað bleiv málleyst í fyrsta dystinum hjá Zlatan Ibrahimovic aftur í troyggjuni hjá AC Milan.

34 ára gamli Cristiano Ronaldo roynir alt hann kann fyri at halda fast í ungdómligheitini, hóast aldurin rennur eftir honum. Í dag skoraði portugisiska heimsstjørnan hattrik, tá Juventus vann 4-0 á Cagliari.

##med2##

Ein annar maður, sum ikki hevur skund at eldast, er 38 ára gamli Zlatan Ibrahimovic. Hann er aftur í AC Milan, har hann spældi frá 2010 til 2012. Hann var á vøllinum fyri fyrstu ferð síðani skiftið frá LA Galaxy.

AC Milan spældi málleysan javnleik móti Sampdoria á San Siro. Zlatan Ibrahimovic kom á vølli tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Atalanta vann annan dystin á rað 5-0. Hesa ferð móti Parma. Í kvøld verður stórdystur millum Napoli og Inter Milan.