Ronaldo heldur fram at seta met

Seria A: Cristiano Ronaldo er fyrsti spælari at skjóta 50 mál í Seria A, La Liga og Premier League

Cristiano Ronaldo var stóra hetjan, tá Juventus í gjár vann 2-1 í toppdystinum í Seriu A móti Lazio. Hann skoraði bæði málini og setti harvið tvey nýggj met.

Portugisiska heimsstjørnan er nú tann fyrsti spælarin, sum hevur skorað yvir 50 mál í ensku Premier League, sponsku La Liga og nú italsku Seriu A. Hann hevur skotið tey málini fyri Manchester United (84 mál), Real Madrid (311 mál) og nú Juventus (51 mál).

Hann setti samstundis met sum tann spælarin, ið er skjótastur at skjóta 50 mál í Seriu A. Tað tók honum bara 61 dystir. Hann tekur metið frá Andrei Shevchenko, ið brúkti 68 dystir at skjóta 50 mál fyri AC Milan á sinni. Um aldarskiftið brúki brasilski Ronaldo 70 dystir at skjóta 50 mál fyri Inter Milan.

- Persónlig met eru altíð týdningarmikil, men tað týdningarmiklasta er at liði vinnur. Vit eru eitt framúr lið og tað vístu vit aftur í dag, men vit vilja eisini altíð lyfta yvirleggjara og blíva betri, segði Cristiano Ronaldo eftir dystin.

 

Juventus er átta stig fremst í Seriu A. Tað mangla fýra umfør.

1Juventus34255472:3680
2Inter Milan34219474:3672
3Atalanta34218594:4471
4Lazio34216769:3769
5AS Roma341771063:4658
6Napoli341681055:4556
7AC Milan341681053:4356
8Sassuolo341391263:5848
9Hellas Verona3411121142:4245
10Bologna3411101348:5743
11Cagliari3410121249:5042
12Fiorentina3410121243:4542
13Sampdoria341251745:5641
14Parma341171647:5040
15Torino341141941:6237
16Udinese34991632:4836
17Genoa34891742:6433
18Lecce34781942:7629
19Brescia34662232:7124
20SPAL34542524:6419