Cristiano Ronaldo hevur skotið 50 mál í 51 dystum fyri Real Madrid, og harvið slær hann metið hjá kenda Ferenc Puskas. Tað var ein gylt tíð í Real Madid, tá Ferenc Puskas og Alfredo Di Stefano vóru einaráðandi á Santiago Bernabeo. Men nú hevur Cristiano Ronaldo prógvað, at hann er ein enn betri málskjútti.
Tað siga hagtølini, um bert verður hugt eftir, hvussu nógvar dystir leikararnir skuldu spæla, fyri at skora tey fyrstu 50 málini. Cristiano Ronaldo brúkti færri dystir enn tær báðar Real Madrid-legendurnar.
Puskas hevði fram til sunnudagin metið við 50 málum í 54 dystum, og Di Stefano var honum í hølunum við 50 málum í 56 dystum. Men Ronaldo skuldi bara brúka 51 dystir fyri at koma upp á sama tal.
Tað hendi, tá portugisarin skoraði tvær ferðir móti Real Sociedad í 4-1 sigrinum. Hetta var mál nummar 24 í keppingini, sum enn bert telur 22 dystir. Arvafíggindin Messi hevur skorað eins líka nógv mál higartil.