Ronaldo aftur betri enn Messi

Cristiano Ronaldo er best seljandi spælarin í heiminum, men hvat ger Torres frammanfyri Rooney, Neymar og Zlatan?

Heimsins besti fótbóltsspælari, Real Madrid spælarin Cristiano Ronaldo, er somueliðis tann best seljandi spælarin í heiminum sambært eini kanning hjá Repucom, sum metir um sølu virðið hjá fótbóltspælarum kring allan heimin.

 

Cristiano Ronaldo er best seljandi fótbóltsspælarin frammanfyri kappingarneytanum í Barcelona, Lionel Messi. Á triðja plássi er miðverjin hjá Barcelona, Gerard Pique. Hann er giftur við suðuramerikansku songstjørnuni Shakira.

 

Torres frammanfyri Rooney

 

Hóast Fernando Torres hevur havt tað óalmindiliga torført, síðani hann í 2011 skifti frá Liverpool til Chelsea, so er hann at finna á fjórða plássi á listaunum. Sostatt kann staðfestast, at minni góðu avrikini hjá Fernando Torres síðani HM endaspælið 2010 ikki hava havt eina ávirkan á sølutekkið hjá spanska framherjanum.

 

Á fimta plássi er Wanye Rooney úr Manchester United. Síðani koma Barcelona spælararnir Andrés Iniesta og Neymar Jr. Á áttanada plássið kemur Iker Casillas, sum er liðskipari á spanska landsliðnum, men situr á bonkinum hjá Real Madrid í landskappingini.

 

Á níggjunda plássi kemur so svenska stjørnan Zlatan Ibrahimovic. Hóast tað eru nøkur ár síðani at Thierry Henry var á toppinum, so er hann framvegis millum tíggju teir best seljandi spælararnar í heiminum. Hann spælir í dag við New York Redbull í USA.

 

DBI-tal

 

Repucom kannar søluvirðið við at millum annað at hyggja eftir hvussu nógv dáma Facebook og Twitter síðurnar hjá spælarunum, og hvussu nógv í aldursbólkinum 16 ár til 69 ár kennast við spælararnar. Eisini verður hugt at øðrum eginleikum hjá spælarunum, so sum um teir verða mettir sum trendsettarir og hvussu stórt tekki teir hava.

 

Út frá hesum verður so gjørt eitt tal, sum verður nevnt DBI-tal. Tað er hendan samanteljingin, sum avgerð hvar spælararnar enda á listanum.

 

Tíggju teir best seljandi spælararnir:


1. Cristiano Ronaldo (79.49) DBI-tal

2. Lionel Messi (75.87)

3. Gerard Piqué (62.90)

4. Fernando Torres (62.69)

5. Wayne Rooney (59.47)

6. Andrés Iniesta (59.47)

7. Neymar Jr (59.36)

8. Iker Casillas (59.09)

9. Zlatan Ibrahimovic (59.07)

10. Thierry Henry (57.56)