Romney vann í Illinois

Mitt Romney vann í nátt republikanska uppstillingarvalið í statinum Illinois. Hann fekk 46,7 prosent av atkvøðunum, og næstur honum var Rick Santorum, sum fekk 35 prosent. Ron Paul og Newt Gingrich, sum framvegis hanga í, fingu ávikavist 9,3 og 8,0 prosent.

Illinois sendir 56 valmenn til tann endaliga uppstillingarfundin hjá republikanarunum, men tað er ikki greitt enn, hvussu nógvar teirra Mitt Romney hevur fingið. Undan valinum í Illinois hevði Romney tryggjað sær 516 valmenn, Santorum hevði 236, Gingrich 141 og Paul 66.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at kappingin um uppstillingina heldur fram, og at tað verður ikki fyrr enn í mai ella juni, at tað verður greitt, hvønn republikanararnir fara at stilla upp ímóti Barack Obama, forseta.