Republikanarin Mitt Romney vann sjónvarpsdystin ímóti Barack Obama í nátt. Tað halda í hvussu her tey flestu, sum sjónvarpið CNN spurdi aftaná.
Av teimum 430 skrásettu veljarunum, sum sjónvarpið spurdi, svaraðu 67 prosent, at Romney stóð seg betur. Bara 25 prosent hildu, at Obama var tann betri.
Viðmerkjararnir hjá CNN vóru eisini á einum máli um, at Mitt Romney stóð seg betur enn forsetin í dystinum.
-Hetta var ein heilt annar Romney enn tann, sum vit hava sæð á veljarafundunum, segði ein av viðmerkjarunum.
Undan sendingini í nátt lá Barack Obama greitt framman fyri Romney í meiningakanningunum, og tær næstu kanningarnar fara at vísa, um sjónvarpsdysturin hevur broytt nakað.
Obama og Romney hava tveir sjónvarpsdystir eftir, tann 16. og tann 23. oktober.