Tað var Mitt Romney, sum kom styrktur burtur úr valinum millum republikanarar á Super Tuesday í gjár.
Washington Post skrivar, at av teimum tilsamans 419 valmonnunum í teimum 10 statunum, hevur Romney vunnið í minsta lagi 212.
Næstmest valmenn fekk Rick Santorum við 84, Newt Gingrich fekk minst 72, meðan Ron Paul fekk minst 22.
Av teimum 419 valmonnunum vanta 29 at býta út á teir fýra kandidatarnar.
Mitt Romney hevur higartil fingið 415 valmenn, Rick Santorum hevur 176, Newt Gingrich hevur 105, meðan Ron Paul hevur 47. Fyri at verða valdur til forsetavalevni skal ein kandidatur fáa 1.144 valmenn.










