Romney háðar veljarar

Á upptøkuni sigur Romney millum annað, at 47 prosent av teimum, sum styðja Barack Obama, forseta, hava fyri neyðini at fáa hjálp frá tí almenna.

-Tey síggja seg sjálvi sum offur og halda, at stjórnin hevur skyldu til at taka sær av teimum, sigur Romney á sjónbandinum, og hann heldur fram:

-Tað er ikki mín uppgáva at taka mær av hasum fólkinum. Eg kann ongantíð sannføra tey um, at tey eiga at taka ábyrgd av egnum lívi. Mín uppgáva er at sannføra tey 5 - 10 prosentini av veljarunum á miðjuni, og sum eru óheftir.

Romney viðgekk í gjárkvøldið, at hann hevði ikki verið serliga heppin í sínum orðavali, men legði afturat, at orðaskiftið snúði seg um, hvørja leið USA skal ganga.