Nýggjar meiningakanningar í USA vísa, at Mitt Romney hevur fingið nakrar veljarar afturat aftan á sjónvarpsdystin gjáranáttina ímóti Barack Obama. Ein kanning hjá Reuters vísir, at 51 prosent av teimum spurdu høvdu fingið eina jaliga uppfatan av Romney aftan á sendingina.
Teir flestu eygleiðararnir komu til ta niðurstøðu, at Romney vann tann fyrsta sjónvarpsdystin, men teir siga, at hann skal standa seg minst líka væl í teimum báðum kjaksendingunum, sum eru eftir, um hann skal taka Barack Obama aftur.
Kanningin hjá Reuters vísir, at hevði forsetavalið verið í dag, høvdu 48 prosent atkvøtt fyri Obama og 43 prosent fyri Romney.










