Romney formliga útnevndur

Mitt Romney varð í gjárkvøldið formliga útnevndur forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. Tað hendi á landsfundi floksins, sum er í Tampa í Florida.

Undan landsfundinum hevði Romney tryggjað sær meiri enn teir 1.144 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at fáa meiriluta, og tí var útnevningin í roynd og veru bara ein avgreiðsla, sum skuldi fáast frá hondini. Romney var ikki hjástaddur, tá útnevningin bleiv staðfest.

Kona Mitt Romney, Ann Romney, helt røðu á landsfundinum í gjárkvøldið, har hon mælti amerikanarunum til at velja mann sín til næsta forseta í USA.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Romney skal brúka landsfundin til at fáa samband við fólkið, tí allar kanningar vísa, at Barack Obama er betur umtóktur sum persónur enn Romney.