Nú verður av álvara talt niður til størstu avbjóðingina nakrantíð hjá monnunum á hondbóltlandsliðnum.
Klokkan 17.15 verður fyrsta bríksl í Wunderino Arena í Kiel, norðurtýska havnarbýnum og høvuðsstaðnum í landspartinum Slesvig-Holsten.
Tað er synd at siga, at almennu hagtølini hjá landsliðnum í hondbólti eru tøk og harvið løtt at brúka.
Ásbjørn Nielsson Nattestad er tann, sum hevur arbeitt mest við hagtølunum, og tað er hann, sum er kelda til hesi hagtølini:
Tann spælarin av teimum, sum nú fyrireika seg at fara á vøllin í Kiel, og sum hevur oftast verið á landsliðnum, er Rókur Akralíð. 35 ára gamli strikuspælarin, sum nú umboðar HC Odense, er elsti maður á liðnum.
Rókur Akralíð fer í dag á vøllin fyri 45. ferð í landsliðsbúnanum. Tað eru fimm spælarar, sum hava spælt oftari á landsliðnum enn Rókur Akralíð.
Maðurin við metunum er Hanus Joensen, sum hevur spælt 60 landsdystir.
Teir ovastu á listanum eru
Hanus Joensen, 60 dystir
Hans Áki Dal-Christiansen, 53 dystir
Ingi Olsen, 47 dystir
Tróndur Jónsson Kragesteen, 45 dystir











