Fyri fyrstu ferð í hesum árinum fingu Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Odense eitt stig til høldar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eru Rókur og liðfelagarnir neyvan fegnir um. Jacob Lyck skoraði til støðuna 31-30 til heimaliðið, Odense tá 18 sekund vóru eftir at leika, men ólukkutíð javnaði Mads Vejby Hansen fyri útiliðið, FIF tá bara tvey sekund vóru eftir.
Tá seks minuttir vóru eftir var Odense á odda 29-25, so tað eina stigið má kennast sera soltið.
Rókur skoraði eitt mál fyri Odense í dag.
Komandi mikukvøld tekur Odense, ið er aftast í deildini við bara átta stigum móti Vendsyssel sum er næstaftast í deildini við 13 stigum.
Nr | Lið: | Dystir | Stig |
1 | HC Midtjylland | 20 | 36 |
2 | Grindsted | 21 | 30 |
3 | Sydhavsøerne | 21 | 29 |
4 | HØJ | 20 | 28 |
5 | IK Skovbakken | 21 | 22 |
6 | Otterup HK | 21 | 20 |
7 | Ajax | 20 | 19 |
8 | Tønder | 20 | 16 |
9 | Odder | 19 | 16 |
10 | HEI, Skæring | 19 | 16 |
11 | Roskilde | 20 | 15 |
12 | FIF | 21 | 14 |
13 | Vendsyssel | 20 | 13 |
14 | HC Odense | 19 | 8 |