Rókur er í hálvfinaluni

Rókur Jákupsson Jakobsen varð einasti føroyingurin, sum vann seg millum tey seinast 19 í Ísland got talent

Seinastu vikurnar hava tríggir føroyingar gjørt vart við síni tónlistarevni í sendingini hjá Støð 2, Ísland got talent.

 

Lesið eisini: Rókur hevur eisini talent

 

Jórun Gudmundsen, Kitty Madsen og Rókur Jákupsson Jakobsen hugtóku íslendska hyggjaran, men nú er greitt, at tað bert er Rókur, sum framvegis er partur av sendingini, nú komið er til hálvfinalurnar. Rókur framførdi lagið, Among Giants, sum hann sjálvur hevur skrivað. Í hálvfinalunum er talan um beinleiðis sendingar.

 

Hálvfinalurnar eru tríggjar í tali, og her fara tey 19 nøvnini, sum nú eru eftir, at kappast um pláss í finaluni. Sjálv finalan verður 12. apríl, og har bíða ikki færri enn 10 milliónir íslendskar krónur eftir vinnaranum.