- Mær vitandi er hetta størsta sakarmál í Føroyum, so eg haldi ikki, at rokningin er órímilig.
Tað heldur Djóni Thomassen, sakførari.
Hann førdi sakina fyri Taks, tá ið Taks tapti sakarmálið ímóti vinnuni í Gøtu og mátti rinda gøtufólk góðar væl yvir 50 milliónir aftur í skatti.
Málið var bæði fyri í Føroya rætti og í landsrættinum og tilsamans hevur Djóni Thomassen skriva Taks eina rokning á góðar 1,4 millión fyri málsviðgerðina í Føroya Rætti og 800.000 afturat fyri at føra málið fyri landsrættin, alt samalt umframt mvg.
Hetta hevur vakt ans og Taks vildi ikki viðurkenna rokningina, men hevur lagt rokningina á 1,4 millión fyri danska Advokatsamfundet at fáa ein meting um, antin hon er rímilig.
Taks sigur, at hetta er nógv størsta rokning, tey hava fingið fyri eitt vanligt sakarmál.
Størst í Føroyum
Men Djóni Thomassen heldur ikki, at talan er um eitt heilt vanligt sakarmál.
Tað lógu yvir 53 milliónir í klemmu og so vítt, hann minnist, er tað størsta og mest umfatandi sakarmál í Føroyum.
Hann sigur, at tá ið advokatar áseta sær samsýning, eru nakrar leiðreglur, teir hava at halda seg til.
Samsýningin skal altíð standa mát við kravið. Sostatt kann ein advokatur ikki taka 20.000 krónur í samsýning fyri eitt sakarkrav á 10.000 krónur, sama, hvussu fløkt málið er.
Í hesum sambandi skulu atlit takast til, hvussu umfatandi málið er og, hvussu nógvar tímar hann brúkar upp á málið.
Advokaturin skal eisini hugsa um, hvussu fløkt málið er og um brúk er fyri uttanhýsis servitan.
Og somuleiðis skulu atlit takast til, hvussu stór ábyrgdin er.
Í rættarmálum er eisini tað galdandi, at tann, sum tapir eitt rættarmál, rindar sakarkostnaðin.
Í hesum førum ásetir rætturin, hvussu stóra samsýning, tann, sum tapir, skal rinda til advokatin hjá tí, sum vinnur.
Tað er ein meting, sum rætturin ger, men kostar advokaturin meiri enn tað, skal tann rokningin rindast av tí, sum sakførarin hevur sakina fyri.
Rætturin metir
Í hesum ítøkiliga førinum var talan um eitt sakarkrav upp á yvir 50 milliónir og í hesu sambandi hevur Føroya Rættur mett um, hvat tað kostar at føra eina slíka sak.
Djóni Thomassen sigur, at í hesum føri hevur rætturin mett, at sakarmálið kostar góða 1,4 millión.
Hetta skal Taks rinda mótpartinum.
Orsøkin til, at sakarkostnaðurin til advokatin er tvær milliónir, er tí hann hevur lagt rættargjaldið út.
Men kostar sakførarin meiri enn tað, má tað so gjaldast.
- Føroya Rættur hevur mett, at hetta er ein sak, sum kostar góðar 1,4 milliónir og tað havi eg hildið meg til, sigur Djóni Thomassen.
Málið endaði í Landsrættinum og hann er komin til tað niðurstøð, at kostnaðurin er 800.000 krónur.
Orsøkin til, at tað er bíligari í landsrættinum, er, at tá er ein stórur partur av arbeiðnum longu gjørdur.
Í Sosialinum mánadagin vóru tað starvsfelagir hjá Djóna Thomassen, sum hildu, at tað var beinleiðis til vanda fyri trúvirðið hjá advokatstættini at skriva rokningar sum hesa, serliga fyri eina sak, ein hevur tapt.
Men tað er Djóni Thomassen ósamdur í.
- Føroya Rættur og landsrætturin hava mett, at hetta er tað, hendan sakin kostar og tað havi eg hildið meg til, sigur Djóni Thomassen.
Tað veldst væl eisini um, hvussu sakin endar.
-Tann, sum vinnur heldur uttan iva, at peningurin er væl farin, men helst er tað verri hjá tí, sum tapir.
1.000 – 1.500
Djóni Thomassen sigur, at flestu advokatar taka 1.000-1.500 krónur um tíman, men so kann tað ganga upp og niður, alt eftir, hvat talan er um.
- Ein leiðregla er, at at verjar í revsimálum fáa 1.650 krónur um tíman, umftramt mvg og tað hevur Landsrætturin ásett.
Hann sigur, at hetta mann vera áleið tað, sum ráðgeving kostar.
- Men advokatar eru einastu ráðgevarar, sum eru undir eftirliti og sum skulu hava eina trygging ímóti sviki.
- Ein og hvør kann seta seg niður sum ráðgevari av alskyns slagi, uttan nakað sum helst, men advokatar hava strangar reglar at halda seg til, sigur Djóni Thomassen.