Hesir sjúklingar kosta sjúkrahúsverkinum millum 200 og 400.000 krónur um árið.
Sambært Portalinum so fer Karsten Hansen at leggja uppskot fyri tingið um at samtykkja, at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúklingum, eins og gjørt verður á psykiatrisku deild.
Sambært Karsteni Hansen er talan um eitt stað ímillum 1.000 og 2.300 seingjardag um árið.
– Jú helst er talan um ein trupulleika. Men tað er ein trupulleiki hjá tí almenna. At júst Miðflokkurin gongur á odda við soleiðis at leggja gjald á tey á niðastu rókunum prógvar helst fordómarnar um, at Miðflokkurin ikki er tann sosialt tilvitaði flokkur, sum Jenis plagdi at erpa sær av, men at hann, eins og Sambandsflokkurin, er í so »jørgenifiseraður«...