Atlantic Petroleum boðaði í gjár frá, at felagið framleiddi 613 tunnur av olju í meðan um dagin í juli.
Framleiðslan hevur verið ávirkað av ætlaða steðginum av Ettrick og Blackfield økjunum, sum byrjaði 23. juni og væntandi heldur fram í 45 dagar. Ein stuttur steðgur á Chestnut økinum vegna ábøtur á brunnin, hava eisini ávirkað framleiðsluna í juli.
Í komandi viku byrjar Blackbird PB2 brunnurin framleiðslu, og Aoka Mizu steðgurin endar, og tað fer at hava munandi økta framleiðslu við sær.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum.