Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sigur við Sosialin, at hann hevur tosað við Jóhan Christiansen, sum tók ímóti Lómi, tá farmaskipið legði at nýggjársnátt.
– Hann tók í móti bátinum, og tá báturin er um at koma at, rópa teir umborð á Lómi, at teir halda seg síggja eitt likam, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann fortelur, at teir tríggir, Jóhan Christiansen og teir báðir á Lómi, síðani hugdu í felag, men sóu onki.
Í stuttari viðmerking til Sosialin sigur Jóhan Christiansen, at hann síðani fór beinleiðis inn og boðaði løgregluni frá, at teir umborð á Lómi meintu seg hava sæð ein menniskjakropp á sjónum. Hann tosaði eina løtu við løgregluna, og gekk síðani út frá, at løgreglan fór at koma á staðið beinanvegin.
Men tað gjørdi løgreglan ikki. Ikki fyrr enn níggju tímar eftir at Jóhan Christiansen boðaði løgregluni frá, byrjaði leitingararbeiði eftir druknaða manninum.
Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá løgregluni og Jón Klein Olsen til málið, men tað eydnaðist ikki áðrenn evstamark okkara.