Rokkbólkurin Forgery á Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalurin hugsar eisini lokalt, og hevur tryggja sær bólkin Forgery av Tvøroyri á ársins festival.

 
Forgery er stovnaður í ár, og byggir á herðarnar á dansibólkinum Pikatchu, sum hevur verið einasti ungdómsbólkur í Suðuroynni í langa tíð.
 Bólkurin sigur um seg sjálvan: Vit halda sjálvur, at okkara tónleikur er sermerktur. Tað kemur av tí orsøk, at allir í bólkinum dáma ymiskan tónleik, og siga at hetta hoyrist aftur í tí tónleiki teir skapa. Talan er um harðan rokk við ymiskum øðrum blandaðum í.
Forgery hevur síðan ársbyrjan arbeitt miðvíst fram ímóti frumframførsluni á Jóansøkufestivalinum. Jóansøkufestivalurin fer sostatt at bjóða uppá spildur nýggjar føroyskar rokktónar við einum av teimum nýggju bólkunum á føroyska tónleikapallinum.
Forgery er Jens Arni Leo, ið syngur, Frits Mortensen leikar gittar og syngur kór, Cem á Hólum  leikar á trummum, Elvis Leo leikar gittar og Rói Einarsson leikar bass.