Rokið um Íslandsvegin var ein misskiljing

Tey við sálarligum tørvi fáa kortini bústaðin við Íslandsvegin

 

 

 

Rokið um bústaðin til sálarsjúk við Íslandsvegin, var ein misskiljing.

Tað siga Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum og  Andras Róin stjóri í Bústøðum í einum felags tíðindaskrivi beint nú.

Tey útgreinað ikki, hvør misskiljingin er, men staðfesta, at hon er ruddað av vegnum.

 

Fundur hevur í dag verið millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Bústaðir, har nógv umrødda bútilboðið á Íslandsvegi varð viðgjørt.

- Arbeitt verður nú víðari við at skipa ætlaða bútilboðið á Íslandsvegi 22, og við at fáa øll tey formligu viðurskiftini í mun til bútilboðið uppá pláss.

 

Les eisini Sirið Stenberg er skakað

 

- Staðsetingin á Íslandsvegnum er ein bráðfeingis og fyribils loysn, og eru partarnir samdir um at seta ferð á arbeiðið at útvega fleiri nýggjar vardar bústaðir, sum eru bygdir til endamálið.

 

- Partarnir harmast støðuna, hetta málið hevur sett búfólk og grannalag í, umframt ”tað óhepna signal, ið er sent almenninginum um manglandi inklusión á bústaðamarknaðinum”.

 

- Eitt er eitt signal, ið gongur beinleiðis ímóti øllum tí, ið arbeitt verður fyri.

 

Bústaðir og Almannamálaráðið hava eisini eina avtalu um, at Bústaðir útvegar vardar íbúðir í Klaksvík og Runavík, samstundis sum ætlanir eru um  at útvega vardar íbúðir í Havnini. Alt hetta júst fyri at tryggja inklusión samsvarandi bústaðapolitikki landsins.

 

Higartil í ár hava 24 fólk fingið íbúð frá Bústøðum umvegis Almannaverkið.

Almannaverkið og Bústaðir eru samd um at halda fram at samstarva í tí góða anda, sum higartil hevur myndað samstarvið partanna millum, siga tey trý.