Tað var so stutt millum fráboðanirnar, at løgreglan koyrdi mest sum í pendulfart millum sakirnar. Men tað var í flestum førum smámál, tað snúði seg um.
Tað var fyri tað mesta full fólk, sum vit skuldu taka upp, ella onkur ónærisligur gestur á onkrum dansistað, sum skuldi koyrast út, sigur vakthavandi á politistøðini.
Men eitt harðskapsmál var tó fráboðað klokkan gott fimm sunnumorgunin. Hetta hendi í Bøkjarabrekku, har ein unglingi av onkrari orsøk hevði sæð seg illan á ein annan unglinga, og knappliga kom rennandi og legði á henda.
Hann bankaði høvdið á hinum niður á gongubreytina fleiri ferðir, og hann er nú skuldsettur fyri harðskap. Báðir eru avhoyrdir, men løgreglan skal avhoyra onkur vitnir seinni í dag. Av politistøðini verður sagt, at verður skuldsetti dømdur, skal hann rokna við fongsulsrevsing.
Annars verður sagt, at bert eitt harðskapsmál er minni enn eitt vanligt vikuskifti.
Veðrið var serliga gott annað jólakvøld, og tað var helst eisini orsøkin til, at fólk hildu serliga leingi á.
Men hóast tað sum so var friðarligt, so mátti løgreglan heilar 17 ferðir senda boð eftir sjúkrabilinum til størri og minni skaðar.
Hinvegin varð eingin tikin fyri at koyra við kenning, hóast onkur uttan iva hevur gjørt tað, sum vakthavandi tekur til.