Rok í sminkurúminum

Flest øll munnu kenna kensluna av at hava nervar fyri einum ella øðrum. Undan frumframførsluni av skemtileikinum Ansa mær eftir Amaliu vóru nógv tekin um nervar. Fyri tey, ið stríðast við teir, er tað mangan alt annað enn stuttligt. Men fyri tey, ið bert hyggja at, kann tað vera ein skemtileikur í sjálvum sær at eygleiða leikararnar, sum eru í ferð við at gera seg klárar til eina frumframførslu

Klaksvík: Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur frumframførslu klokkan hálvgum átta, og klokkan nærkast sjey. Í sminkurúmin-um er sjón fyri søgn. 19 leikarar eru í ferð við at gera seg tilreiðar til at spæla sjónleikin Ansa mær eftir Amaliu. Aðalroyndin var kvøldið fyri, og tað gekk so hampuligt. Men so er tað tað, at mangan verður sagt, at ein vánalig aðalroynd merkir góð frumframførsla.
Nakrir leikarar sita og práta rundan um borðið, sum er fult av hálvtómum kaffikoppum, hálvum sodavatnsfløskum, tómum bomm og sigarettpakkum ? um-framt trý øskubikør á tremur við sigarettstubbum. Prátið gongur róliga millum øll, men nervar eru at hóma hjá teimum flestu.
? Eg dugi ikki ordiliga tekstin til hasa senuna, letur í einum av leikarunum. Viðkomandi tekur handritið, sum er væl og virðiliga slitið. Hann blaðar aftur og fram, men finnur ikki síðuna. Tá kemur honum til hugs, at tann síðan er skrødd úr. Hann lænir tí eitt handrit frá einum øðrum leikara, og tá hann finnur ta røttu síðuna, ger hann ikki mætari enn at hann skræðir hana úr og leggur hana í sítt egna handrit.
Horvin kambfjøður
Ein av leikarunum gongur og leitar eftir nøkrum rekvisittum, meðan ein annar leitar eftir einum koppi, sum er pakkaður inn í silvurpappír. Hann spyr hvønn persón, sum kemur inn, um tey hava sæð koppin, men ongin hevur.
Klokkan er nú farin væl av sjey, og nú merkist panikkurin av álvara. Røddirnar eru hevjaðar munandi, og tað ljóðar nærum sum fleiri fólk við ymiskum tjóðskapum eru savnað inni í sminkurúminum. Inn í millum hoyrist onkur spyrja, hvar hetta er ella hvar hatta er. Fólk smárenna millum sminku- og um-klæðisrúm.
So gongur hurðin enn einaferð, og sjálvandi fær viðkomandi fyrst spurningin um koppin. Jú, viðkomandi hevði ruddað har um dagin, og vist nokk koyrt hendan koppin í skrell. Har er onki annað at gera hjá fólki enn at stinga hendurnar niður í skrellisekkirnar at leita. Meðan fólk standa soleiðis og leita eftir koppinum, eru øll tey, sum eru aftan fyri leiktjaldið í ferð við at verða klár. Ljós og ljóðmenn og teskari ganga við oyrasnigili, so samskiftast kann millum ljós- og ljóðrúm og pall.
? Er hetta hann, spyr so brádliga ein av teimum, sum hevur staðið við hondunum niðri í skrellispannini eina góða løtu.
Ja, rópar ein fegin maður og so eru hansara rekvisittir komnar undir land. Nú er tað ein hevur hug at seta spurnartekin við, hví tað er so týdningarmikið, at tað júst var hasin koppurin. Hví ikki bara gera ein annan. Jú, frágreiðingin er, at í hesum góða koppi, hevur leikarin goymt sín falska kambfjøður, sum er altavgerandi fyri hansara leiklut í leikinum.
Brosandi situr leikarin við sínum koppi, tí nú er alt undir kontrol aftur fyri hansara viðkomandi.
Showtime
Leikstjórin stendur millum nakrar leikarar og gevur tey seinastu góðu ráðini. Ein av høvuðsleik-arunum og ein tænastugenta standa og kjakast um, hvørt hann skal hava eitt pappír og ein brævbjálva ella tvey av hvørjum á pallinum.
Tað endar við, at leikstjórin tekur eina avgerð fyri tey, og so er tann parturin úti av verðini.
Tey fyrstu, sum skulu trína á pall, eru nú klár. Klokkan er hálvgum átta, og salurin fullur av fólki.
Leikararnir eru farnir upp á síðupallin at standa. Onkur eru farin inn á sjálvan pallin og eru púra klár. Men sjálvur høvuðsleikarin eru komin hálva leið upp á síðupallin, tá hon drønar niðuraftur í sminkurúmið.
? For fanin?.onga lebastift, sigur hon. Tað er skjótt gjørt, og so kann leikurin byrja.