Rok í formansskapinum í Løgtinginum

Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, legði undir orðaskifti løgtingsformannin undir ikki at virða demokrati

Rættuligt rok var um middagsleitið í Løgtinginum, tá ið ein av limunum í formansskapinum, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, legði løgtingsformannin, Jógvan á Lakjuni, undir ikki at virða demokratisku spælireglurnar og seta ein fólkafloksmann, sum kanningarstjóra í málinum um handfaringini av Skálafjarðartunnils-málinum.

 

Orðadrátturin tók seg upp, tá ið Løgtingið viðgjørdi eina umbøn frá formansskapinum um pening til at gjalda kanningarstjóran fyri. 

Páll á Reynatúgvu vísti á, at hetta uppskot bert var lagt fram av formanninumog Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, meðan hann sjálvur og Gerhard Lognberg, Sambandsflokkurin, vildi hava, at uppskotið varð lagt fram í tveimum.

 

Tjóðveldistingmaðurin vildi hava, at tingið fekk høvi at viðgera rokningina frá Annfinn V. Hansen fyri seg og fanst samstundis at, at løgtingsformaðurin hevur goldið rokningina uppá 63.000 krónur frá advokatinum.

-Eg haldi, at vit áttu at latið advokatin saksøkt tingið eftir pengunum, tí so høvdu vit staðfest um gegnið var í lagi. Í staðin hevur formaðurin av sínumeintingum goldið rokningina, segði Páll á Reynatúgvu.

 

Løgtignsformaðurin tók sjálvur orðið.

Hann segði, at hann ikki vil finna seg í at hava tikið partapolitisk álit, tá ið Annfinn V. Hansen var settur sum kanningarstjóri.

- Tað vil eg avvísa uppá tað kraftigasta, segï Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.