Í vikuni legði ein av beiggjunum hjá Paul Pogba út eitt sjónbandabrot, har hann hótti við at avdúka loynidómar um Paul Pogba og ting, sum hann skal hava gjørt. Hetta hendir eftir at franskir miðlar hava skrivað, at beiggi Paul Pogba, Mathias Pogba, skal vera ein av teimum, ið hevur hótt Paul Pogba eftir pengum.
Í sjónbandabrotinum leggur Mathias Pogba eftir yngra beiggjanum, sum í dag spælir við Juventus. Hann sigur millum annað, at Paul Pogba hevur sagt ósatt í eini roynd, at fáa seg at tiga. At Paul Pogba hevur latið hann staðið í eini ringari støðu, sum kundi kostað honum lívið, og at nú skal heimurin síggja veruliga andlitið hjá Paul Pogba.
Aðrir miðlar skriva, at tveir mans fyrr í ár hava við skotvápnum hótt Paul Pogba eftir 100 milliónum krónum, fyri at hava vart hann seinastu nógvu árini. Talan skal vera um barndómsvinir hjá Paul Pogba, og hetta skal vera hent, eftir at Paul Pogba hevði rent ein av teimum út, eftir at hesin hevði brúkt yvir eina millión krónur av einum pengakorti hjá miðvallaranum. Hetta ljóðar sum ein partur í eini krimirøð, men hetta er sum skilst á altjóða miðlum støðan í familjuni Pogba, sum telur tríggjar beiggar. Florentin Pogba, Mathias Pogba og Paul Pogba. Allir hava spælt fulltíðarfótbólt.
Franski miðvallarin er ein umstríddur persónur og fótbóltsspælari. Hann skifti í 2012 frá Manchester United til Juventus, tá sáttmálin hjá honum gekk út. Hetta fekk Sir Alex Ferguson í øðini. Tó endaði Manchester United fýra ár seinni við at gera Paul Pogba til heimsins dýrast fótbóltsspælara, tá felagið keypti hann aftur frá Juventus. Seks ár seinni – í summar – fór Paul Pogba aftur ókeypis til Juventus.
Helst verður ein partur afturat av hesum at lesa í næstum, tí tað er ilt at ímynda sær, at seinasta orðið er sagt.