Rói vann føroyingauppgerðina - systkinabørnini vóru toppskjúttar

Hallby sigraði á Sävehof

Føroyinga- og systkinabarnsuppgerð var í bestu svensku hondbóltsdeildini í Jönköping í kvøld.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku ímóti Óla Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfeløgunum í Sävehof.

 

Tað eydnaðist Róa at vinna føroyinga- og systkinabarnsuppgerðina. Hallby vann 26-24 á Sävehof. Í steðginum var Hallby á odda 14-13.

 

Sävehof var stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum undan dystinum. Tí er talan um eina lítla sensasjón, ið Rói og liðfelagarnir framdu í kvøld.

 

Talan er um fyrsta sigurin og besta avrikið hjá Hallby hetta kappingarárið.

 

Rói skoraði seks mál og legði upp til fýra mál hjá Hallby. Rói var saman við Oskar Hedvall toppskjútti hjá Hallby.

 

Óli skoraði seks mál og legði upp til tvey mál hjá Sävehof, og var einsamallur toppskjútti hjá liðnum.

 

Sävehof er triðfremst í deildini við seks stigum. Hallby er nummar nummar 11 av teimum 14 liðunum við trimum stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Hallby dyst á útivølli í Stokkhólmi móti Hammarby. 

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Sävehof dyst á útivølli í EHF European League móti týska liðnum, Gummersbach.