Tað skal vilja illa til um Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ ikki tryggja sær annað plássið í grundspælinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Rói skoraði fimm mál tá hann og liðfelagarnir vunnu greiðan 33-25 sigur á liðnum hjá Róki Akralíð, HC Odense á útivølli. HØJ var á odda 19-12 í steðginum. Rókur var ikki við Odense í dag.
Argastu kappingarneytarnir hjá HØJ um at røkka øðrum plássinum, Grindsted megnaði bara javnleik 22-22 móti Roskilde í dag, og eru teir í HØJ einsamallir á øðrum plássinum við 34 stigum. Grindsted og Team Sydhavsøerne hava 33 stig undan seinasta umfarinum í grundspælinum. Sjúrður Olsen og liðfelagarnir í TM Tønder taptu 30-33 (15-19) fyri Team Sydhavsøerne í dag.
Í seinasta umfarinum komandi leygardag spælir HØJ á heimavølli móti botnproppinum, Vendsyssel og skal tað ganga ræðuliga illa í hond um HØJ ikki knógvar ein sigur heim.
Um HØJ megnar at enda á øðrum ella triðja plássinum skulu teir spæla Play Off dystir um uppflyting.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax hava bjargað plássinum í deildini meðan tað stendur millum liðið hjá Leivi Mortensen og TM Tønder at sleppa undan at spæla Play Off dystir um niðurflyting.
Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Odense flyta niður í triðbestu deildina.
##med2##