Rói og Hallby vunnu fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið

Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby vann stórsigur í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini spældu í dag fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið. 

 

Hallby vann í innleiðandi bólkaspælinum stórsigur 40-28 á HK Silwing-Troja á útivølli. Í steðginum var Hallby á odda 22-16.

 

Rói skoraði síni fyrstu trý mál í einum kappingardysti fyri Hallby í dag. 

 

Tíverri var Pætur Mikkjalsson ikki við á liðnum hjá Hallby í dag. 

 

Pætur greiðir soleiðis frá: - Eg havi tíverri fingið eitt lítið brot í fótin. Eg skal skurðviðgerast týsdagin. Teir ætla at seta eina skrúvu í soleiðis, at tað veksur saman skjótari. Eg veri úti í hálvanannan mánað til tveir mánaðir, um alt gongur væl. Sigur Pætur í stuttari viðmerking.