Rói gjørdist toppskjútti móti oddaliðnum

Hallby tapti fyri Hammarby á útivølli í Stokkhólmi í dag

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby spældu í dag á útivølli í Stokkhólmi móti Hammarby.

 

Hammarby vann dystin 34-28. Í fyrra hálvleiki gekk munandi betri í hond hjá Hallby, ið var á odda 14-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Hammarby greitt betra liðið, og við sigrinum hevur Hammarby lagt seg á odda í deildini við 14 stigum fyri níggju dystir.

 

Rói var sera eyðsýndur í dagsins dysti. Hann gjørdist toppskjútti hjá Hallby við sjey málum, og hann legði eisini upp til fimm mál (assists). Pætur sum tekur nógv tøk í verjuni skoraði eitt mál.

 

Hallby er triðaftast í deildini við seks stigum. 

 

Fríggjakvøldið 24. november verður føroyinga-uppgerð, tá Hallby tekur móti Sävehof, ið hevur Óla Mittún á liðnum. 

 

Óli og liðfelagarnir spæla í kvøld móti Guif á heimavølli í Partille.