Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál og Rógvi Dahl Christiansen skoraði eitt mál tá lið teirra , Fram rættiliga óvæntað tapti 23-28 fyri botnliðnum, HK í Kópavogi fyrr í dag.
Talan er um fyrsta sigurin hjá HK í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Undan dagsins dysti hevði HK bara eitt stig.
Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var HK á odda 22-21, og vunnu teir hesa seinastu løtuna av dystinum 6-2.
Fram hevur 12 stig á níggjunda plássið. Bert málmunurin skilir Fram frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið.
23. februar tekur Fram móti Vali sum er triðfremst í deildini.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | FH | 14 | 10 | 2 | 2 | 22 | |
2 | Haukar | 14 | 10 | 2 | 2 | 22 | |
3 | Valur | 13 | 9 | 2 | 2 | 20 | |
4 | Stjarnan | 14 | 8 | 2 | 4 | 18 | |
5 | ÍBV | 13 | 8 | 1 | 4 | 17 | |
6 | Selfoss | 13 | 7 | 1 | 5 | 15 | |
7 | Afturelding | 13 | 4 | 4 | 5 | 12 | |
8 | KA | 13 | 6 | 0 | 7 | 12 | |
9 | Fram | 14 | 5 | 2 | 7 | 12 | |
10 | Grótta | 13 | 3 | 1 | 9 | 7 | |
11 | HK | 14 | 1 | 1 | 12 | 3 | |
12 | Víkingur | 14 | 1 | 0 | 13 | 2 |