Rógvi Dal-Christiansen skoraði trý mál og tók sum vant nógv tøk í verjuni hjá Fram, tá Fram í kvøld vann stórsigur 37-27 á Stjørnuni á heimavølli. Í steðginum var Fram á odda 16-11 í steðginum. Vilhelm Poulsen er tíverri uttanfyri hjá Fram við skaða.
Samstundis taptu argastu kappingarneytarnir til at røkka áttanda plássinum og endaspælinum, Afturelding 21-27 (10-15) fyri FH á útivølli.
Fram vóru eisini hepnir við, at ÍBV uttan Dánjal Ragnarsson vann 37-36 (17-17) á hinum kappingarneytanum at røkka áttanda plássinum, Gróttu.
Sunnukvøldið klokkan 19 tekur Afturelding sum er nummar átta við 19 stigum ímóti Fram sum er nummar níggju við 17 stigum. Um Rógvi og liðfelagarnir í Fram vinna dystin vinna teir seg upp á sera týðandi áttanda plássið, og sleppa tá at kappast í endaspælinum.
Allan Norðberg skoraði tvey mál og Nicholas Satchwell hevði 17 bjargingar, harav tríggjar brotskastsbjargingar tá lið teirra, KA á heimavølli á Akureyri tapti 25-30 fyri Selfossi. Í steðginum var Selfoss á odda 16-11. KA hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum.
Støðan undan seinasta umfarinum í endaspælinum:
| Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
| Valur | 21 | 614:530 | 32 |
| Haukar | 21 | 639:584 | 32 |
| ÍBV | 21 | 645:631 | 29 |
| FH | 21 | 588:536 | 29 |
| Selfoss | 21 | 586:560 | 26 |
| Stjarnan | 21 | 596:596 | 22 |
| KA | 21 | 575:597 | 20 |
| Afturelding | 21 | 575:584 | 19 |
| Fram | 21 | 583:594 | 17 |
| Grótta | 21 | 582:589 | 17 |
| HK | 21 | 549:615 | 6 |
| Víkingur | 21 | 485:601 | 3 |











