Sum Ítróttarsosialurin skrivaði í gjár, hevur B36 mist Djóna N. Joensen á miðvøllinum, men í árstalsfelagnum ásanna tey, at maður kemur í mans stað. Fuglfirðingurin Rógvi Larsen hevur nú skift frá ÍF til B36 og skal kappast við fleiri aðrar mans í breiða hópinum um plássini á miðvøllinum.
Rógvi Larsen hevur fingið arbeiði í Havn og heldur ikki, at tað fer at loysa seg at venja við ÍF, tá hann býr í høvuðsstaðnum.
? Eg havi fingið nýtt starv í Havn og búgvi eisini í Havn, og eg haldi, at tað verður ov tíðarkrevjandi at skula koyra ímillum Havnina og Fuglafjørð at venja, sigur Rógvi orsøkina vera til, at hann nú skiftir felag.
Sunt at
skifta umhvørvi
? Sjálvandi er tað eitt sindur syrgiligt at fara frá barndómsfelagnum. Eg havi spælt við 1. liðnum hjá ÍF, síðani eg var 16 ára gamal, men hinvegin haldi eg tað eisini vera sunt at skifta umhvørvi av og á.
? Eg haldi, at B36 er eitt gott felag við góðum kørmum, ikki bert í vaksnamannadeildunum, men eisini í yngru deildunum. Og harafturat má eg siga, at eg eri sera spentur upp á at fáa Tomislav Sivic til venjara. Hann kennir til føroyskan fótbólt og hevur fingið nógv burturúr, síðani hann kom til B36, sigur hann.
Rógvi Larsen er vælkendur í ÍF og í føroyskum fótbólti. Umframt at hava spælt við ÍF í fleiri ár, hevur hann eisini verið nógv uppi í nevndararbeiðnum hjá felagnum. Tað eina árið ? í 1996 ? var hann formaður í ÍF, umframt at hann hevur verið formaður í fótbóltsnevndini eitt skifti. Og harafturat hevur hann havt leikskráirnar til heimadystirnar hjá ÍF um hendi.