At vera súkklari í Føroyum er ikki altíð so stuttligt. Veðrið er ikki altíð so gott, og tá tú sum Rógvi Johansen býr í Vági, eru venjingarumstøðurnar ikki av teimum bestu. Sum hinir føroysku súkklararnir loysir tað seg nógv betur at fara út um landoddarnar, um ein veruliga skal fáa góða venjing.
Og einkultstartserfrøðingurin Rógvi Johansen ætlar sær eisini á venjingarlegur uttanlands í ár. Í februar fer hann til Lanzarote, og í apríl ætlar hann sær eisini til Mallorca at venja.
Hann hevur eisini teknað seg til tríggjar stórar kappingar í ár ? DM, NM og svensku kappingina Vättern Runt.
? DM-kappingin er jú ein sterk kapping, men eg veit ikki enn, hvønn bólk eg komi í, sigur Rógvi, sum sostatt ikki rættiliga kann siga, hvat hann væntar sær av danmarksmeistarakappingini.
Hann sigur, at í eini kapping í Nyborg í fjør súkklaði hann saman við Jens Knudsen, sum varð nummar tvey í NM seinast. Hóast formurin hjá Rógva ikki var av tí besta tá, var hann minni enn tveir minuttir aftan fyri Jens Knudsen. So kanska er okkurt at heinta í hesi kappingini.
Seinasta árið hjá Rógva
Rógvi Johansen hevur súkklað í eini seks-sjey ár, og hann sigur, at árið í ár verður tað seinasta hjá honum á hægsta stigi í Føroyum.
? Tað fer alt ov nógv tíð við tí, og tað er eisini ein pengaspurningur allan vegin ígjøgnum, sigur Rógvi, sum leggur afturat, at venjingarlegurnar eru tað dýrasta. Hann hevur roynt at fingið stuðul ymsastaðni, men ofta endar tað við, at súkklarin sjálvur noyðist at rinda bróðurpartin av venjingarleguni og tí, sum hartil hoyrir.
? Tað tekur nógva tíð, um tú skalt gera tað ordiligt. Til stuttleika kann eg nevna, at eg ikki havi verið í býnum í eini fýra ár. Sjálvt 1. januar var eg á súkkluni. Í miðal haldi eg, at fýra tímar av degnum eru farnir til venjing seinastu árini, sigur hann.
Eins og við øllum øðrum ítróttargreinum fær ein mest burtur úr at venja saman við øðrum, heldur enn at venja einsamallur. Her hevur Rógvi Johansen ofta havt ein trupulleika, tí hann leingi var einasti suðuroyingur, sum veruliga gjørdi nakað við súkklingina.
? Nú havi eg fingið ein ungan og evnaríkan súkklara, Kára Brattaberg, at venja saman við, og tað ger tað eitt sindur lættari, sigur Rógvi, sum tó ásannar, at tað er tann ungi, sum fær mest burturúr. Sjálvur er Rógvi 33 ár, men:
? Tey plaga at siga, at súkklarir hava langan aldur. Bjarne Riis er eisini 33 ár, og hygg hvat hann megnaði í fjør.
Tá tú hoyrir um súkkling, eru tað sum í so nógvum øðrum føroyskum ítróttargreinum tey somu nøvnini, ið sum oftast ganga aftur. Teir meira etableraðu súkklararnir í Føroyum eru eisini so smátt komnir upp í árini, og Rógvi heldur ikki, at tað eru so nógvir ungir súkklarar, sum kunnu taka við. Onkur er tó, og her nevnir Rógvi venjingarfelagan hjá sær Rúna Brattaberg sum ein, ið hevur tíðina fyri sær.
Skeivt at satsa so nógv upp á OyL
Avbjóðingarnar til føroyskir súkklarar eru eisini rættiliga spjaddar. Seinastu árini hava Grand Prix-kappingar verið á summarstevnunum, og í fjør varð eisini skipað fyri Statoil Kring Føroyar-kappingini, so eitt sindur hevur kortini verið seinastu tíðina. Men tað er framvegis Oyggjaleikirnir, sum er størsta gularótin.
? Eg haldi tað vera skeivt at satsa so nógv upp á Oyggjaleikirnar. DM- og serliga NM-kappingin eru góðar kappingar hjá føroyingum at vera við í, heldur Rógvi og vísir á, at Oyggjaleikirnir bert eru annaðhvørt ár.
Annars eru í løtuni ætlanir um at stovna eitt súkklufelag í Vági.
? Vit hava tosað við kappróðrarfelagið um samstarv. Vit mugu viðganga, at kappróðurin í Vági og í Suðuroynni sum heild er sera illa fyri. Eitt rættiligt felag av hesum slag hevði uttan iva givið betri møguleikar fyri peningaligum stuðli fra sponsorum o.s.fr.










