Rógvi: - Hetta var ikki nóg gott

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Rógva Weyhe hjá KÍF taka samanum tapið ímóti Kyndli í gjárkvøldið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge hevði á Rás2 við roynda KÍF-leikaran, Rógva Weyhe, aftaná 24-26 tapið hjá kollfirðingum ímóti Kyndli í gjárkvøldið.

 

Rógvi staðfestir, at tað var samlað ikki nóg gott hjá KÍF, og kenslan var tann sama, sum í vikuskiftinum, tá KÍF tapti á heimavølli ímóti H71.

 

Rógvi heldur, at tað var á einari leið í fyrra hálvleiki í kvøld, tá KÍF var á odda við tveimum málum. Gongdin í byrjanini av seinna hálvleiki var eisini á einari leið, men so kom eitt tíðarskeið í seinna hálvleiki har Kyndil fekk fimm mál á rað, og vendi 13-16 til eina 18-16 leiðslu. Eftir hetta bleiv tað eftir Rógvasa tykki ein heldur harðligur dystur.

 

Kollfirðingar eru tó ikki við ringt mót, aftaná tvey tey seinastu tapini, og framvegis eru teir á einum FM-finalu plássi. 

 

(Mynd: mbm.fo)