Rógvi Baldvinsson er nomineraður til norska útvarpsvirðisløn

Morgunsendingin hjá Rógva Baldvinsson á Jæren Radio í Sandnes kann vinna eina lurtara-virðisløn

Mynd frá 2019

Her í Føroyum kenna vit mest Rógva Baldvinsson fyri hansara avrik á fótbóltsvøllinum fyri føroyska landsliðið og fyri Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Rógvi er abbasonur legendariska B36-leikaran, fótbóltsdómaran og málarameistaran, Baldvin Baldvinsson.

 

Men í Rogalandi í Noregi er Rógvi best kendur sum ein vælumtóktur útvarpsvertur á Jæren Radio, ið hevur sætið í Sandnes.

 

Í 2019 gjørdu vit eina reportasju um arbeiðið hjá Rógva. Hon kann hoyrast  HER.

 

 

Morgunsendingin hjá Rógva, ið nevnist: "Morgenshowet" er nominerað til eina lurtara-virðisløn á stóra heiðurstiltakinum: "Norges lydpriser", ið handar virðislønir til útvarpsfólk í 20 ymiskum kategorium.

 

Norges lydpriser hava verið handaðir á hvørjum ári síðani 2003.

 

Útvarpslurtararnir kring Noreg kunnu atkvøða fyri sínum yndis-útvarpsverti á www.radioplayer.no. Til ber at at atkvøða fram til fríggjadagin 20. oktober klokkan 11.

 

Spennandi verður at frætta hvussu tað gongst Rógva í atkvøðugreiðsluni.

 

##med2##

 

 

 

Mynd frá 2019